Papageno & Gandadrykkurin

Papageno & Gandadrykkurin 12. – 15. oktober 2024

Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg.

Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattaveiðu fyri tey yngru børnini.

Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattaveiðu.

Prinsurin Tamino er bitin av eini risaslangu og bert ein gandadrykkur frá Gandakellingini kann bjarga honum. Gandakellingin manglar tó tilfar, og tí noyðist Papageno inn í vandamikla Gandaskógin at finna allar lutirnar – og honum tørvar tykkara hjálp!

Herfinnur Árnafjall spælir leiklutin sum tann syngjandi fuglafangarin Papageno, sum ferðast gjøgnum Gandaskógin við børnunum. Á vegnum hitta tey m.a. prinsessuna Paminu, sum lærir børnini ein sang, disko-trøllið Monostatos, sum fær børnini at dansa, teir syngjandi prestarnar í Vísdómstemplinum og Náttardrotningina við teimum høgu tónunum.

Skattaveiðan er uml. 45 min., og er ætlað børnum í aldrinum 5-11 ár.

GG: Skattaveiðan er BARA fyri børn. Men við í atgongumerkjagjaldinum á 100 kr er kaffi og køkur til mammur og pápar, ommur og abbar, gummur og gubbar, meðan tey bíða í kaféini. Og hvør veit, kanska sleppa tey vaksnu við til okkurt, í byrjanini, og móti endanum?

Hugskot og handrit: Birita Adela Davidsen.

Pallmynd og prýðing: Eliana Svøðstein.

Plakat: Rókur Heinesen.

Atgongumerki fáast inni á: Papageno og Gandadrykkurin (atgongumerki.fo)