Pettson og Findus farnir í summarfrí

Sjónleikurin Pettson og Findus, sum hevur gingið fyri fullum húsi í Sjónleikarhúsinum í juni mánaði, er farin í summarfrí. Men á Ólavsøku vitjar hann aftur

Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru um ein heldur tvøran gamlan stavn í høgum hatti, sum býr saman við eini kettu í einum reyðum húsi við hvítum vindeygum. Fyrsta bókin kom út í 1984. Í alt eru átta bøkur komnar út um Pettson og kettuna Findus. Hesin leikurin er um, tá ið Findus flytir út.

Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam hava týtt og víðkað um leikritið, og tey spæla leiklutirnar sum Pettson og Findus

Sven Nordqvist er av bestu skaparunum av myndabókum, og tað hevur eydnast Nicolaj Falck og Klæmint H. Isaksen at flyta verðina hjá Pettson og Findus á pall í Sjónleikarhúsinum, soleiðis at bæði børn og vaksin kunnu varnast alt møguligt í teimum skilaleysu staklutunum.

Turpin N. Djurhuus hevur sett ljós, og Jón McBirnie hevur gjørt ljóð. Hesi bæði sampakka so væl, at hyggarin alla tíðina veit, at nú er morgun, dagur og kvøld.

Jákup Dahl Wardum hevur gjørt sera væleydnaða tónleikin til leikin, og hesin avspeglar tað, sum Pettson og Findus havast við, og hvussu lagið á teimum er.

Anna Sofía Egilstrøð hevur staðið fyri búnum og gjørt t.d. hønur, snifflar og annað, sum hevur týdning fyri søguna.

Hetta er barnaleikur til tey minstu, men tað skal ongin ivi vera um, at øll fáa nakað burturúr at sita eina løtu í Sjónleikarhúsinum og síggja, hvat vit kunnu skapa her á landi.

Havnar Sjónleikarfelag