Sjónleikarfelagið Glotti framførir skemtileik

Í hesum døgum framførir Sjónleikarafelagið Glotti skemtileikin “Renn fyri vívinum” í Losjuni við Gøtugjógv.

Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin við enska heitinum “Run for your wife” í 1983. Leikurin er vorðin ein klassikari og hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampa. Áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju við ørkymlaða hýruvognsføraranum John Smith, sum er giftur við tveimum konum, og roynd hansara at fimla ímillum bæði hjúnabond síni uttan at konurnar vita av hvørja aðrari.

Leikurin hóskar øllum – ungum sum gomlum – ið dáma látur og livandi løtur.

Atgongumerkini til fyrstu sýningarnar, sum verða mánakvøldið 4. apríl og mikukvøldið 6. apríl kl.19:00, eru til keyps nú, og kunnu bíleggjast á tlf. 280820.

Leiksýningar:

  • Mikudag   06.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Hósdag   07.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Fríggjadag  08.04 kl. 19.00
  • Leygardag  09.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Sunnudag  10.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Týsdag  12.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Mikudag  13.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Hósdag  14.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Fríggjadag 15.04 kl. 19.00 FÁ PLÁSS EFTIR
  • Leygardag 16.04 kl. 19.00 ÚTSELT
  • Mánadag 18.04 kl. 19.00 FÁ PLÁSS EFTIR
  • Týsdag  19.04 kl. 19.00
  • Mikudag  20.04 kl. 19.00