Skjøl hjá MáF á Tjóðskjalasavninum

Loksins er liðugt ruddað og skilt í gomlum skjølum hjá MáF, og sostatt er ein partur av søguni hjá MáF nú atkomuligur á Tjóðskjalasavninum – tvs. skjøl 15 ár og eldri.
Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað 23. september 1979, so tey elstu skjølini eru nú vorðin yvir 40 ár. Kanska ikki so gamalt samanborið við so mangt annað, men kortini eitt sindur serligt, tá ið hugsað verður um, at talan er um eitt áhugafelag, sum framvegis er virki. Millum skjølini, sum liggja á Tjóðskjalasavninum, er eitt nú roknskapurin hjá felagnum umframt fundarfrágreiðingar, skeið og tiltøk.