Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Stanislavskij-skeið
Set kross í kalendararn 22. – 24. september og tekna teg til Stanislavskij-skeið á Gjáargarði. Tríggir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi.
Ert tú áhugaleikari/sangari ella ein, ið vil menna tína upptraðkan, tá ið tú skalt bera ein boðskap fram? So er hetta eitt skeið fyri teg, líkamikið um tú ert royndur ella óroyndur. Á hesum skeiðnum lærir tú at menna tína upptraðkan við ymiskum improvisatións- og kropsvenjingum, ið fevna um eitt nú at eygleiða og liva teg inn í lívið rundanum teg og at víðka um hugflogið og tilvitanina.
Undirvísari verður danski sjónleikarin Hanne Jørna.Hon hevur meir enn 20 ára royndir sum undirvísari, coach og framleiðari í improvisatións-skeiðum fyri bæði áhuga- og yrkisleikarum og sangarum. Eisini hevur hon hildið skeið fyri vinnurekandi, undirvísarum/lærarum. Hanne er útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole / Den Danske Scenekunstskole og hevur í fleiri ári verið knýtt at Statens Teaterskole og arbeiðir sum dramalærari á Opera-Akademiet í Keypmannahavn.
Undirvísingin verður fríggjadag til sunnudag frá kl. 09.00 – 18.00 við matarsteðgi á middegi umframt kaffi/te.
Prísurin fyri alt skeiðið íroknað 2 nætur og mat á Gjáargarði er kr. 3.500 í dupultkamari og kr. 4.100 í einkultkamari. Avmarkað pláss.
Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáFwww.maf.fo ella tekna seg beinleiðis við at trýsta á leinkið her. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Betri Banka: 185 132 4 í seinasta lagi 15. august 2017.
Nærri lýsing av skeiðnum fæst við at trýsta á pdf-fíluna niðanfyri:
Lýsing av Stanislavskij-skeiðinum.pdf