Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Stanislavskij-skeið
Set kross í kalendararn 14. – 16. september og tekna teg til Stanislavskij-skeið í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tveir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi.
Ert tú áhugaleikari og ynskir fleiri amboð at arbeiða við, so er hetta eitt skeið fyri teg, líkamikið um tú ert royndur ella óroyndur. Á hesum skeiðnum lærir tú at menna tína upptraðkan við ymiskum improvisatións- og kropsvenjingum, ið fevna umeitt nú at eygleiða og liva teg inn í lívið rundanum teg og at víðka um hugflogið og tilvitanina.
Undirvísari verður danski sjónleikarin Hanne Jørna.Hon hevur meir enn 20 ára royndir sum undirvísari, coach og framleiðari í improvisatións-skeiðum fyri bæði áhuga- og yrkisleikarum og sangarum. Hanne er útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole / Den Danske Scenekunstskole og hevur í fleiri ári verið knýtt at Statens Teaterskole og arbeiðir sum dramalærari á Opera-Akademiet í Keypmannahavn.
Møtt verður fríggjakvøldið kl. 18:30 til samansjóðing. Undirvísingin verður leygardag til sunnudag frá kl. 09.00 – 18.00 við matarsteðgi á middegi umframt okkurt leskandi/etandi í smáum støðgum fyrra- og seinnapart.
Prísurin fyri alt skeiðið íroknað mat og uppihald á dupultkamari er kr. 2.200. Avmarkað pláss.
Áhugaði kunnu tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo ella tekna seg beinleiðis her. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 9181-185 132 4 í seinasta lagi 15. august 2018.
Nærri lýsing av skeiðnum fæst við at trýsta á pdf-fíluna niðanfyri: