
MáF hevur aðalfund Leygardagin 10. mars 2018 kl. 11:00 í Losjuni við Gøtugjógv. Dagsskrá sambært lógini (sí hjáløgdu skjøl). Fundarboð og skrá.pdf Lóg_MáF.pdf

Tvey feløg eru vorin nýggir limir í MáF. Talan er um Ungmannafelagið Virkið á Sandi og Suðuroyar Sjónleikarfelag. Ungmannafelagið Virkið hevur áður verið limur í MáF, men hevur seinastu árini ligið meir ella minni stilt. Nú ætla tey at fáa meira virksemi í felagið. Suðuroyar Sjónleikarfelag er eitt nýstovnað felag og telur 35 virknar limir. […]

Brennur tú fyri at arbeiða við ljós- og ljóði á ein kreativan hátt? Spennandi skeið verður í Losjuni við Gøtugjógv 27. – 29. apríl 2018. Lærarar verða Súni Joensen og Asger Kudahl Sørensen. Tekna teg til skeiðið her. Sí nærri upplýsingar í skeiðslýsingini niðanfyri. Skeiðslýsing_Ljós-og ljóðskeið 2018.pdf

Vegna jólafrí er skrivstovan stongd til 2. januar 2018. Konteret er lukket på grund af juleferie til 2. januar 2018. The office is closed until 2 January due to Christmas holidays.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini. Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um listafólkaløn, sum er nýggi stuðulin til yrkisleiklist, fyri 2018. […]

Fyrr í ár fór MáF inn í eina spennandi samstarvsverkætlan saman við trimum øðrum norðurlondum – Danmark, Svøríki og Noreg – um ein felags pall fyri áhugaleik millum tað gráa gulli í okkara londum. Heiti á verkætlanini er “Digital platform for Nordisk SeniorTeater”. Endamálið við samstarvinum er at skifta orð um og styrkja áhugaleik millum […]

Í samband við at Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 10.-12. november, ynskja tey eisini at bjóða (áhuga)leikarum við til tiltakið, tá ið evnið verður kunngjørt á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið 10. november kl. 18:00. Ætlanin er, at bólkar/einstaklingar, sum luttaka í kappingini, hava møguleika at spyrja sjónleikarar, um tey hava hug av vera […]

Ein skemtileikur eftir Jeremy Lloyd og David Croft, ið Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu framførir í hesum døgum. Leikurin snýr seg um, at kaffistovueigarin René og kona hansara hava goymt eitt listaverk stolið frá nasistum í einari pylsu í kjallaranum. Í sama kjallara goyma tey eisini tveir bretskar floghermenn, inntil mótstøðurørslan kann føra teir aftur til […]

MáF vil við hesum ynskja Havnar Sjónleikarfelag hjartaliga til lukku við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2017. Heiðurslønin er fyri nógvu barnaleikirnar, Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp seinastu mongu árini, við støði í m.a. kendum barnasøgum sum eitt nú Fólk og dólgar í Kardamummubýi og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini. Hetta eru stórar leikuppsetingar, sum hava verið eitt […]

MáF fegnast um at hava fingið nýggjan lim í meginfelagið. Tað er Bygdarfelagið Eydnan á Oyrarbakka, sum hevur teknað seg sum lim í MáF. Við hesum limaskapi hevur MáF seks limafeløg í meginfelagnum. Frammanundan eru hesi limafeløgini: 1) Havnar Sjónleikarfelag 2) Klaksvíkar Sjónleikarfelag 3) Sjónleikarfelagið Glotti 4) Ungmannafelagið Royndin 5) Dramaverkstaðið Vit vilja við hesum […]