Nú verður sjónleikurin “Guitaristarnir” eisini sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum framførir og hevur sett leikin upp. Leikstjóri: Ria Tórgarð. Leikarar: Sára Skarðenni, Eva Maria Bláhamar, Høgni Olsen og Jógvan á Høvdanum (y). Pallsmíð: Archibald Black. Tónleikaráðgevi: Magni W. Husgaard. Ljósfólk: Rói Leiti Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen. Búnar: Rólant Biskopstøð. […]
Tað er longu útselt til fyrstu sýningina av sjónleikinum Guitaristarnir, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir fram í Spaniastovu tann 27. januar. Leikstjóri: Ria Tórgarð. Leikarar: Sára Skarðenni, Eva Maria Bláhamar, Høgni Olsen og Jógvan á Høvdanum (y). Pallsmíð: Archibald Black. Tónleikaráðgevi: Magni W. Husgaard. Ljósfólk: Rói Leiti Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen. Búnar: Rólant Biskopstøð. Fyriskiparir: […]
Í løtuni seta 70 næmingar í Tofta- og Runavíkar skúla upp 70’araleikin “Bugsy Malone”. Og sambært samskiparanum, Ásbjørn Berthelsen, ganga venjingarnar sera væl. Leikurin snýr seg um bardagan millum Fat Sam og Dandy Dan, har Bugsy Malone er mitt í rokanum. Tað eru 10. flokkarnir í Runavíkar skúla og Tofta skúla, sum framføra. Frumframførsla verður 29. […]
Síðan september 2015 hava leikarar vant virðislønta leikin “Gittaristarnir” eftir Line Knutzon, sum er ein viðurkendur danskur leikritahøvundur. Bergur Rasmussen hevur umsett leikin til føroyskt. Sjónleikurin er ein tragikomiskur leikur við sangi, sum snýr seg um, at tólvtónalistmaðurin og vísusangarin John Hansen er deyður. Fýra fjepparar hittast uttan fyri húsini hjá tí deyða fyri at […]
MáF skipar fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum 16. – 28. februar 2016 á Føroya Fólkaháskúla. Á skeiðnum lærir tú at enduruppliva kroppin av nýggjum og menna hættir at brúka orð og kropp. Arbeitt verður við minni, talu, javnvág og kenslusemi í kroppinum við at ransaka allar sansir gjøgnum ljóð, lugt, yvirflatu, skap, tyngd, smakk, […]
Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi sjónleik. Sjónleikurin eitur Gittaristarnir. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur umsett. Talan er um ein komi/tragiskan sjónleik, sum torir at nema við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum. Leikurin snýr seg í stuttum um, at vísusangarin og […]
Havnar Sjónleikarfelag letur í næstum hurðarnar upp til leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Fólk og dólgar í Kardamummubýnumer ein stuttligur familjuleikur við nógvum góðum tónleiki og sangum, sum vit øll kenna. Høvundur: Thorbjørn Egner. Leikstjóri: Hjálmar Dam. Stað: Sjónleikarhúsið. Sýningarnar verða soleiðis: Týs- miku- og fríggjakvøld kl 18:00 og leygar- og sunnudagar kl 16:00. 7. […]
MáF skipar fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum 16. – 28. februar 2016 á Føroya Fólkaháskúla. Á skeiðnum lærir tú at enduruppliva kroppin av nýggjum og menna hættir at brúka orð og kropp. Arbeitt verður við minni, talu, javnvág og kenslusemi í kroppinum við at ransaka allar sansir gjøgnum ljóð, lugt, […]
Leikurin Veitslan er grundaður á danska filmin Festen,ið Thomas Vinterberghevur leikstjórnað og eisini skrivað filmleikrit til saman við Mogens Rukov. Í 1999 vann Festen gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes. Veitlsan er umskrivaður til leik og lagaður til føroysk og norðurlendsk viðurskifti, og verður sett upp sum ein stór verkætlan við luttøku úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum. Søgan snýr seg í […]
“Heksirnar” er familjuleikur eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini. Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í […]