Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Tik Tok antik
Sunnukvøldið 12. september fer Seniorbólkurin í Havnar Sjónleikarfelag á pallin. Tey hava í eina tíð hildið saman og vant í Sjónleikarhúsinum, og úrslitið er sýningin ”Tik Tok antik” – antik, tí tey vilja fegin siga sínar søgur beinleiðis av pallinum, heldur enn at fara á alnótina við teimum. Á skránni er ein samanseting av skemti og álvara – yrkjarar sum Martin Næss, Rói Patursson, Tove Ditlevsen, Bjørgfinnur Nielsen og Benny Andersen fáa lív á pallinum. Tekstirnir verða saman við søgunum hjá leikarunum og hugleiðingum, skemtivísum og sangum, ein lýsing av, hvussu tað er at koma upp í árini. Eisini hava leikararnir onkra viðmerking til samfelagið í dag, har ferðin til tíðir er í so høg eftir teirra tykki.
Leikarar eru:
Oddvá Nattestad, Nora Bærentsen, Anna Olsen, Bergljót av Skarði, Gunhild Michelsen, Gunnvør Joensen, Karin Djurhuus, Tóri í Hoyvík, Pól Joensen og Hilmar Joensen
Súsanna Tórgarð hevur hjálpt til at seta skránna saman og seta á pall.
Bjarni Lisberg situr við klaverið.
Suni Joensen hevur sett ljós.
Í hugnaliga salinum sita áskoðararnir við café borð og kunnu njóta kaffi og okkurt søtt afturvið.
Atgongumerki kunnu keypast á: Atgongumerki.fo