Tilmelding Dramaverkstaðið 2016-2017

TILMELDING 2016-2017

Vit mangla dreingir! Aldur: frá 8 ár og eldri.

Tilmelding til drama/sjónleikaraskeið fer fram inni á heimasíðuni hjá Dramaverkstaðnum inni á varablaðnum “Tilmelding”. Vinarliga lesið treytirnar, sum eru galdandi fyri at ganga til drama á Dramaverkstaðnum, inni á varðablaðnum “Kunning”!

Byrjunaraldurin komandi skeið, sum byrjar komandi heyst 2016 til summarið 2017, verður 8 ár (barnið skal vera fylt 8 ár áðrenn 1. mai 2016).

Skeiðini byrja í september 2016.

Ætlanin er at hava hesi skeið:

Næstan fullt! Bólkur 1: 8 til 9 ár mánad. (tíð ikki fastsett, evt. 15 – 15.45) Birna.

Næstan fult! Bólkur 2: 10 til 11 ár týsd. (tíð ikki fastsett, evt. 16.15 – 18.00) Ebba Sofía.

Næstan fult! Bólkur 3: 12 til 13 ár mikud. (tíð ikki fastsett, evt. 15.30 – 17.15) Birna.

Pláss eftir! Bólkur 4: 14 til 16 ár mikud. (tíð ikki fastsett, evt. 17.30 – 19.45) Birna.

Pláss eftir! Bólkur 5: 17 og eldri hósd. (tíð ikki fastsett, evt. 18.00 til 20.15) Hjørdis.

Næmingar fáa automatiskt svar beinanvegin og tilboð um pláss áðrenn byrjað verður.

Tey, sum ikki møta 2 ferðir uttan góða grund, sleppa ikki at halda fram!
Et áðrenn tú kemur … matur og skógvar sleppa ikki inn við í venjingarhøllina, og fartelefonir skulu vera sløktar.

Dramaverkstaðið hevur avtalu við skúlan í Havnar Sjónleikarfelagið um, at tey, sum eru sloppin inn á tveir sjónleikaraskúlar, skulu velja annan av teimum.

Um næmingurin vil skifta, so verður tað, tá skeiðini eru liðug.

Undir varablaðnum “Tilmelding” er skema, sum skal útfyllast. Niðast er ein teigur við tilvildarligum teknum, hesin skal útfyllast, og síðan er bara at melda til.
Hvørt ár teknar mann seg av nýggjum, og vit gera vart við, at plássini eru avmarkað!

Um tað eru trupuleikar á Tilmeldingarsíðuni, skriva so ein teldupost undir varablaðnum “Fá samband” ella til dramaverk@dramaverk.net

Dramaverkstaðið