Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Tveir barnaleikir í apríl
Skúlin í Sjónleikarhúsinum fer at framføra tveir barnaleikir í apríl.
- “Leyvan, gívurin og klædnaskápið”, sum Stephen Wass hevur gjørt til leik út frá kendu søguni hjá C.S. Lewis. Leikurin snýr seg um fýra børn, ið krógva seg í einum klædnaskápi og koma inn í annan heim. Har skulu tey vinna á hvítu gívrina, sum hevur gandað landið soleiðis, at tað altíð er vetur og ongantíð jól … Í útgávuni hjá dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum, verður dentur lagdur á spælið heldur enn boðskapin og arbeiðið við, hvussu tú uttan brúk av filmsamboðum kanst mynda ymsar verur bæði við rødd og rørslu.
Leikurin verður framførdur í Norðurlandahúsinum 17. apríl
kl. 13:00 (fyri frítíðarskúlar og er longu fullteknað)
kl. 19.30
Ókeypis atgongd.
- “Kring jørðina í 80 dagar”, sum er leikrit eftir Bengt Ahlstrøm, byggir á kendu søguna hjá Jules Verne. Leikurin er ein keipumynd av hjálandaveldinum, og hvussu vit bara síggja tað, sum hevur við okkum sjálvi at gera, og halda, at aðrir livihættir eru óviðkomandi. Tónleikurin er eftir Chopin, og Mattias Kapnas spælir.
Báðir leikirnir verða framførdir í Sjónleikarhúsinum
sunnudagin 19. apríl kl. 17:00
Atgongumerki á 50 kr. Peningurin verður brúktur til ljós- og ljóðtøkni.
Leikararnir eru millum 9 og 16 ár og ganga allir á dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum. Leikstjóri er Hedvig Westerlund-Kapnas, ræddarvenjari er Sanne Storm, Milja Hanusardóttir hevur gjørt búnarnar og John-Ivar Venned hevur staðið fyri ljóstøkni.
Leikirnir verða seinni framførdir á Barnaleikstevnuni í Gøtu 5. Juni.