Ung í MáF vaknað úr dvala

So er tað gleðiliga hent, at lív er komið í aftur Ung í MáFUng í MáF er ungdómsfelagsskapur hvørs endamál er at styrkja og menna leiklistaráhugaðan ungdóm í Føroyum.

Tað eru Teresa Reinert og Birita Djurhuus, báðar úr Sjónleikarfelagnum Glotti við Gøtugjógv, sum hava tikið á seg at fáa gongd aftur í felagið, ið hevur ligið óvirkið í nøkur ár. Báðar hava verið virknar innan sjónleik seinastu mongu árini.

Teresa og Birita eru ávikavist 19 og 21 ára gamlar og hava m.a. luttikið í sangleikinum Oliver Twist, leikum sum Dreymur JóansøkunáttBerskølluta sangarinnan (Shakespeare) og norðurlendsku verkætlanini FENRIS, ið fevndi um eitt nú samstarv og skapan av framførslum.

Sum limur í Ung í MáF gerst mann eisini sjálvvirkin limur í NEATA YouthNEATA (North European Amateur Theatre Alliance) er ein norðurevropeiskur felagsskapur fyri áhugaleik, sum samstarvar um ymiskt sum eitt nú leikstevnur, skeið o.a.

Ert tú áhugaður í leiklist og millum 14 og 30, ert tú vælkomin at gerast limur í Ung í MáF. Tað er bert at seta teg í samband við skrivstovuna hjá MáF við at senda ein teldupost á maf@maf.fo, senda boð á FB-síðu okkara ella ringja á telefon 285624

MáF ynskir Teresu og Biritu blíðan byr og gleða okkum til samstarvið.