Møtast fyrstu ferð.

Ung í MáF vitjan av grønlendskum áhugaleikarum

Tann 18. – 21. mars høvdu Ung í MáF vitjan av einum bólki av grønlendskum áhugaleikaraum, sum komu til Føroyar á veg heim til Grønlands, eftir at hava luttikið í Arctic Winther Games í Alaska.

Vitjanin endaði við eini lítlari framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 21. mars.

   
Tey ungu høvdu undir vitjanini millum annað eisini høvið til at síggja sangleikin Vakurleikin og Beistið í Løkshøll hjá 10. flokkunum í Runavíkar skúla.
Harumframt luttóku tey á Open Mic tiltaki í Reinsaríinum.
MáF fegnast um, at ungir føroyskir áhugaleikarar á henda hátt fáa møguleika fyri at møta ungum úr øðrum londum, sum eisini gleðast um at spæla sjónleik 🎭