Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Áhugasjónleikur í Føroyum 1889 – 2023
Ung í MáF vitjan av grønlendskum áhugaleikarum
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Farna vikuskiftið skipaði MáF fyri skeið í Impro-Comedy í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Undirvísari var Lars Udengaard, sum er royndur leikari innan Impro Comedy í Danmark. Hann hevur 15 tey seinastu árini spælt við leikbólkinum Kosmonauterne, ið hava spælt fyri fullum sali í 3 teimum størstu býunum í Danmark. Umframt hetta er Lars royndur undirvísari og hevur undirvíst í Impro Comedy á Improskolen í Keypmannahavn. Lars brúkar eisini improkynstrið í virki sínum sum sjónleikari á palli.
Impro Comedy ella Leikítróttur er eitt slag av sjónleiki, har tú fert ófyrireikað/ur á pall uttan handrit og mást improvisera. Hvat søgan ella leikurin á pallinum fer at snúgva seg um, er upp til tín og tey, tú leikar saman við. Eitt orð ella fleiri orð hjá einum leikara verða loftaði av tí næsta, og soleiðis sleppa allir leikarnir í bólkinum til orðanna og eru við at skapa søguna/leikin á pallinum. Skal leikurin eydnast, góðtaka ella lofta leikararnir orðini frá hvørjum øðrum og stuðla soleiðs hvørjum øðrum á pallinum og sleppa tamarhaldinum.
Luttakandi vóru limir í MáF, og vóru tey sera væl nøgd við skeiðið aftaná, sum tey søgdu var bæði mennandi og var við til at skumpa mørk.