Væleydnað várskeið

Várskeiðini hjá MáF “At skriva stuttleik” og “Skeið í leiklist” í ávikavist mars og apríl eydnaðust sera væl. Skeiðini vóru hildin á Gjáargarði, sum er eitt framúr pláss halda skeið við sínum á ein hátt avsíðis staði umgyrt av vakrari náttúru. Undirvísari á skriviskeiðnum var danska Hanne Jørna, sum við sínum íðni og eldhuga gav luttakarunum íblástur og setti gongd á hugflog og skriving. Undirvísarnir á leiklistaskeiðnum vóru norsku undirvísararnir Jorunn Lullau og Steinar Thorsen.

Tað er altíð áhugavert og forvitnisligt at hoyra, hvat luttakararnir fáa burturúr einum skeiði, so niðanfyri sæst, hvat ein luttakarari hevur skrivað:

Bergljót av Skarði hevur bloggað um sína uppliving á leiklistaskeiðnum á http://b-av-s.blogspot.com/2022/04/skei-i-leiklist.html#.YnkIfOjMI2w

Felagsmynd frá skeiðunum.

Skeið í “A skriva stuttleik”

Skeið í leiklist