Væleydnaður stuttleikafestivalur

Altjóða stuttleikafestivalurin – NEATA Short Play Festival 2016 – sum MáF skipaði fyri 7. – 8. oktober eydnaðist stak væl.

Heili 8 lond luttóku við 16 stuttleikum. Luttakandi londini vóru: Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland, Litava, Estonia, Lettland og Føroyar. Umleið 65 leikarar luttóku íalt umframt eygleiðarar/umboð úr ymisku londunum og altóða stýrið fyri áhugaleik (IATA/AITA) – tvs. einir 75 gestir umframt føroysku luttøkuna – út við 100 fólk íalt.

Fríggjakvøldið byrjaði við setan av festivalinum, har tríggir røðarar vóru: Hilmar Joensen, nevndarlimur í MáF, Kristiina Oomer, forkvinna í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance) og Kristianna W. Poulsen, næstforkvinna í Mentanarnevndini í Løgtinginum. Síðan vórðu 7 leikir framførdir. Leygardagin vórðu 9 leikir framførdir.

Allir leikirnir vóru nýskrivaðir til høvið – nakrir við støði úr øðrum verkum, men kortini í einum nýggjum og øðrvísi hami. Leikirnir vardu uml. 10 – 15 minuttir hvør.

Meira kunning um teir ymisku leikirnar fæst við at taka niður leikskránna.

Her eru nakrar myndir frá leiksýningunum.