Findus flytir heimanifrá

 Nú kemur leikurin Findus flytir heimanífrá á pall í Sjónleikarhúsinum. Leikurin snýr seg um kettuna Findus og hittingarsama mannin Pettson, ið búgva á einum garði saman við nøkrum hønum og teimum sonevndu snifflunum – nakrar verur, sum Findus sær og tosar við, men sum Pettson ikki sær. Findus og Pettson kunnu tosa saman, og Pettson roknar hann […]

Happy World Theatre Day

Í dag, 27. marts, er altjóða sjónleikaradagur. Í hesum sambandi hevur Noomi Reinert, forkvinna í MáF, skrivað eina heilsan. Hon er til okkum øll, eisini samstarvsfelagar okkara í IATA/AITA og NEATA, og er tí á enskum: I would like to start by pinpointing a very important fact that often is mistaken in today’s world. It […]

Italiensk grein um føroyskan áhugaleik

Italienska tíðarritið Fitainforma hevur skrivað grein um føroyskan áhugaleik grundað á samskiftið við Noomi Reinert, nevndarforkvinnu í MáF. Forvitnisliga greinin kann lesast á enskum her.

Nevndin í MáF skipað seg av nýggjum

Á eyka aðalfundi 11. mars vórðu tveir nýggir limir valdir inn í nevndina í MáF. Gunhild V. Michelsen og Ragna Maja Kruse, ið stóðu fyri vali, valdu báðar ikki at stilla uppaftur. Nýggju limirnir eru Ebba Sofía Kruse úr Dramaverkstaðnum og Hilmar Joensen úr Ungmannafelagnum Royndin í Nólsoy. Hilmar Joensen hevur í nógv ár verið […]

Hin berskølluta sangarinnan

Í hesum døgum framførir Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu tragikomiska leikin “Hin berskølluta sangarinnan”. Frumframførslan var 4. mars. Rumensk/franski, Eugene Lonesco hevur skrivað leikin. Leikverkætlanin er beinleiðis úrslit av dramaverkstøðunum, sum Losjan Glotti hevur skipað fyri saman við Noomi Reinert seinastu árini. Hetta hevur økt áhugan fyri sjónleiki millum tey ungu, og í hesum leikinum vísa […]

Klaksvíkar sjónleikarfelag bjóðar til skemtileik

Landastrokið er skemtileikur eftir Otto Schwartz og Carl Matern. Jógvan Eliassen hevur umsett til føroyskt.  Leikurin snýr seg um ein ríkan mammubeiggi, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfók í heimbýnum – borgarstjóran og hús hansara. Hann kemur klæddur sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi […]

Gleðilig jól

Vegna jólafrí er skrivstovan hjá MáF stongd frá 20. desember til 2. januar 2017.

Skeið: Tak pallin

Set kross í kalendararn 3. – 5. mars 2017 og tekna teg til skeiðið ”Tak pallin” á Gjáargarði. Tríggir intensivir dagar har tú hevur møguleika at brúka eitt heilt vikuskifti í einum kreativum og spennandi umhvørvi at menna teg sjálvan. Ert tú sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari ella ein, ið á ein ella annan hátt skal bera […]

Syndarlig jól

Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir leikin “Syndarlig jól” á gomlu brandstøðini (bunkaranum) í Klaksvík. Hetta er ikki fyri sartar sálir, og aldursmarkið er tí sett til 18 ár.   Sýningarnar verða soleiðis: Fríggjadag 2. desember: Kl. 20.00 Leygardag 3. desember: Kl. 19.00 Sunnudag 4. desember:  Kl. 20.00 Atgongumerki kunnu keypast á http://www.atgongumerki.fo/ og kostnaðurin er 100,- kr. Pláss […]

Væleydnaður stuttleikafestivalur

Altjóða stuttleikafestivalurin – NEATA Short Play Festival 2016 – sum MáF skipaði fyri 7. – 8. oktober eydnaðist stak væl. Heili 8 lond luttóku við 16 stuttleikum. Luttakandi londini vóru: Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland, Litava, Estonia, Lettland og Føroyar. Umleið 65 leikarar luttóku íalt umframt eygleiðarar/umboð úr ymisku londunum og altóða stýrið fyri áhugaleik (IATA/AITA) […]