Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 1. ársfjórðing í 2024 er 15. januar 2024. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Vegna jólafrí er skrivstovan hjá MáF stongd frá mánadegnum 18. desember 2023. Opið verður aftur 2. januar 2024.

Kabarett í Suðuroy

Í hesum døgum er høvið at fara til kabarett í Suðuroy. Tað er Suðuroyar sjónleikarafelag, sum framførir, og hesa ferð er kabarettin leikstjórnað av Jákup Veyhe. Framsýningarnar eru í SALT, og fyrsta sýning var sunnudagin 19. november. Atgongumerki kunnu keypast á SALT.fo.

Pippi heldur jól í Losjan Glotti

Í løtuni verður leikurin “Pippi heldur jól” framførdur í Losjan Glotti í Gøtu. Tað er Sjónleikaradeildin hjá Losjan Glotti, sum framførir, og Noomi Reinert leikstjórnar. Fyrsta sýning var sunnudagin 12. november, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð. Atgongumerki til Pippi heldur jól kunnu fáast á Atgongumerki.fo.

Teresa Reinert nýggj talskvinna hjá NEATA Youth

Teresa Reinert er vorðin talskvinna hjá NEATA Youth, sum er felagið fyri ungar áhugaleikarar í Norðanlondum og teimum Baltisku londunum. Teresa tekur yvir eftir svensku Astrid Joelsson, sum helt, at NEATA Youth nú hevur tørv á nýggjum eygum og leiðslu. MáF ynskir Teresu Reinert bestu eydnu við nýggju, spennandi avbjóðingini.

Ferðafrásøgn frá NEATA Networking Project 2023

Tann 10. til 12. oktober 2023 var forkvinnan í MÁF, Noomi Reinert, í Reykjavík í sambandi við verkætlanina “The NEATA Network Project” saman við umboðum fyri øll limalondini í NEATA. Verkætlanin, ið er stuðlað av Nordisk Culture Point, hevur vart í tvey ár, og tey hava møtst tríggjar ferðir í hesum tíðarskeiðinum.   Her er […]

Ferðafrásøgn frá DATS Teater Festival 2023

Frá 29. september til 1. oktober 2023 skipaði DATS (Dansk Amatør & Teater Scenekunst) fyri sjónleikarfestivali í Nykøbing Falster. Í hesum sambandi luttók Mariann Johansen, nevndarlimur í MáF, og limur í Suðuroyar Sjónleikarfelag, á festivalinum. Niðanfyri er ein ferðafrásøgn frá Mariann Johansen frá túrinum: Eg fekk møguleikan at fara á ein teaturfestival í Nykøbing Falster, […]

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 4. ársfjórðing í 2023 er 1. september 2023. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Ferðafrágreiðing frá NEATA Youth Summer 2023

Í samband við at NEATA Youth skipaði fyri NEATA Youth Summer í Odense 10. – 14. mai 2023, luttóku tvey ung fólk úr Føroyum. Annar Magnus Reinert Gásadal, og hin var Teresa Reinert, sum er limur í Ung í MáF og somuleiðis umboð fyri MáF í NEATA Youth, ið hoyrir undir felagsskapin NEATA (North-European Amateur […]

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 3. ársfjórðing í 2023 er 1. juni 2023. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul