Væleydnað várskeið

Várskeiðini hjá MáF “At skriva stuttleik” og “Skeið í leiklist” í ávikavist mars og apríl eydnaðust sera væl. Skeiðini vóru hildin á Gjáargarði, sum er eitt framúr pláss halda skeið við sínum á ein hátt avsíðis staði umgyrt av vakrari náttúru. Undirvísari á skriviskeiðnum var danska Hanne Jørna, sum við sínum íðni og eldhuga gav […]

Tveir nýggir nevndarlimir í MáF

Á aðalfundi 26. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali – Noomi Reinert, sum stillaði upp aftur, og Rakul í Gerðinum og Ann Mari Jaspursdóttir, har hvørgan stillaði upp aftur. Noomi Reinert, ið hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir […]

World Theatre Day

NEATA ynskir øllum ein góðan World Theatre Day við heilsanum frá børnum úr limafeløgunum hjá NEATA. Sí heilsanirnar her.

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing í 2022 er 1. mars. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Høm høm í summarhúsinum

Sjónleikardeildin Glotti  fer í næstum at framføra skemtileikin Høm høm í summarhúsinum í Losjuni við Gøtugjógv. Marc Camoletti skrivaði leikin í 1987 við upprunaheitinum Don’t Dress for Dinner, og hevur hann verður framførdur kring knøttin síðan tá. Eitt nú stóð Klaksvíkar sjónleikarfelag fyri einari væleydnaðari uppsetan fyri 22 árum síðan. Leikurin snýr seg um vinnulívsmannin […]

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 1. ársfjórðing í 2022 er 15. januar. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Gleðilig jól

Vegna jólafrí er skrivstovan stongd til 2. januar 2022.   Konteret er lukket på grund af juleferie til 2. januar 2022.   The office is closed until 2 January 2022 due to Christmas holidays.

Maður í ómakaðum hosum

Sjónleikarhúsið í Havn er í hesum døgum karmur um skemtileikin “Maður í ómakaðum hosum”, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp. Hetta er upprunaliga ein íslendskur leikur eftir Arnmund S. Backman, sum Tóra Tóroddsdóttir hevur umsett til føroyskt. Leikurin snýr seg um eina pensjoneraða kvinnu, Steintóru, sum á veg heim úr handlinum hevur fingið ein ókendan mann inn í […]

Ræðsluhúsið

Klaksvíkar Sjónleikarafelag skrivar soleiðis:  Minnist tú Ræðsluhúsið hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag? Hesi ikonisku gulu læknahúsini í Klaksvík, sum í 2019 vóru umskapaðið til eitt stað, har djúp ræðsla, ring marra og myrkur ótti, vóru manaði fram úr tí goymda og inn í veruliga veruleika tín? Rennur tað tær kalt niður eftir rygginum, meðan tú lesur hetta, […]

Fótur í hosu

Suðuroyar Sjónleikarafelag fer í næstum at framføra skemtileikin “Fótur í hosu” í SALT á Tvøroyri. Leikurin snýr seg um ein hýruvognsførara, sum verður bjóðaður inn til ein mann at bíða, meðan hesin ger seg kláran. Teir tosa um ymiskt, eitt nú, um maðurin skal rinda fyri bíðitíðina. Meðan teir tosa kemur systir mannin, ið hevur […]