Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Áhugasjónleikur í Føroyum 1889 – 2023
Í 1889 vóru tveir áhugaleikir framførdir í tinghúsinum í Havn: “Veðurføst” og “Gunnar Havreki“. Tað serliga við hesum er, at hetta eru fyrstu sjónleikirnir, sum eru skrásettir at vera framførdir í Føroyum.
Síðan tá hava nógvir sjónleikir verið settir á pall. Nógv tey fyrstu árini sum áhugaleikur, har yrkisleikurin í Føroyum síðan er sprottin. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) spratt eisini úr áhugaleikinum og var stovnað tann 23. september 1979. Soleiðis fekk áhugaleikurin eitt meginfelag, hvørs endamál er at stuðla og menna áhugaleikin við m.a. skeiðum og tiltøkum, umframt at fáa í lag samstarv út í heim, sum hevur havt við sær, at MáF er limur í og samstarvar við North European Amateur Theatre Alliance (NEATA) og International Amateur Theatre Association (AITA/IATA).
Her er eitt yvirlit yvir áhugasjónleikin í Føroyum frá 1889 – 2023. Keldutilfarið er frá limafeløgunum hjá MáF umframt tilfari, sum Sverri Egholm hevur skrivað niður.
Áhugasjónleikur í Føroyum 1889 – 2023 (PowerPoint)
Áhugasjónleikur í Føroyum 1889 – 2023 (Pdf)