Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

MáF takkar fyri brátt farna árið og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava

Í døgunum 3. – 5. mai 2024 luttók Teresa Reinert, umboð fyri Ung í MáF á workshop á NEATA Youth barnasjónleikarafestivali í Litava. Niðanfyri kann ferðafrásøgn frá Teresu lesast umframt myndir síggjast: Ferðafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava mai 2024 Eg fekk gleðina av at undirvísa á Atžalyno Scena barnasjónleikarafestivalinum 2024. Tað var ein […]

MáF fingið nýggja nevnd

MáF hevur júst havt aðalfund, og har fekk felagið nýggja nevnd. Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Noomi Reinert, Mariann Johansen og Hanus Gregersen. Harumframt skuldu nýggir varalimir veljast. Noomi Reinert og Mariann Johansen stillaðu upp aftur, og tær vórðu báðar afturvaldar. Hanus Gregersen stillaði ikki upp aftur. Nývald í nevndina varð Ann Mari Jaspursdóttir frá Klaksvíkar […]

Ferðafrásøgn frá DATS Teater Festival 2023

Frá 29. september til 1. oktober 2023 skipaði DATS (Dansk Amatør & Teater Scenekunst) fyri sjónleikarfestivali í Nykøbing Falster. Í hesum sambandi luttók Mariann Johansen, nevndarlimur í MáF, og limur í Suðuroyar Sjónleikarfelag, á festivalinum. Niðanfyri er ein ferðafrásøgn frá Mariann Johansen frá túrinum: Eg fekk møguleikan at fara á ein teaturfestival í Nykøbing Falster, […]

Ferðafrágreiðing frá NEATA Youth Summer 2023

Í samband við at NEATA Youth skipaði fyri NEATA Youth Summer í Odense 10. – 14. mai 2023, luttóku tvey ung fólk úr Føroyum. Annar Magnus Reinert Gásadal, og hin var Teresa Reinert, sum er limur í Ung í MáF og somuleiðis umboð fyri MáF í NEATA Youth, ið hoyrir undir felagsskapin NEATA (North-European Amateur […]

Tveir nýggir nevndarlimir í MáF

Á aðalfundi 26. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali – Noomi Reinert, sum stillaði upp aftur, og Rakul í Gerðinum og Ann Mari Jaspursdóttir, har hvørgan stillaði upp aftur. Noomi Reinert, ið hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir […]

Skjøl hjá MáF á Tjóðskjalasavninum

Loksins er liðugt ruddað og skilt í gomlum skjølum hjá MáF, og sostatt er ein partur av søguni hjá MáF nú atkomuligur á Tjóðskjalasavninum – tvs. skjøl 15 ár og eldri. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað 23. september 1979, so tey elstu skjølini eru nú vorðin yvir 40 ár. Kanska ikki so gamalt samanborið […]

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing í 2021 er 1. juni. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul  

Væleydnað Stanislavskij- og skriviskeið

Felagsmynd av luttakarum og undirvísarum á Stanislavskij- og skriviskeiðnum, ið MáF skipaði fyri á Gjáargarði í vikuskiftinum. Bæði skeiðini vóru fullteknaði. Hanne Jørna var undirvísari í Stanislavskijskeiðnum, og Gunvør Reynberg var undirvísari í skriviskeiðnum “At skriva til pall”. MáF ynskir øllum luttakarunum hjartaliga til lukku við skeiðspróvnum, og vit gleða okkum til vónandi nýskrivað leikhandrit […]

Nýggjur nevndarlimur í MáF

Á aðalfundinum hjá MáF 5. september stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. Noomi S. Reinert og Ann Mari J. Midjord stillaðu báðar upp aftur, meðan Jákup D. Wardum ikki stillaði upp. Rakul í Gerðinum, sum hevur sitið sum varalimur í MáF seinasta árið, bleiv vald inn í nevndina fyri Jákup D. Wardum, sum gjørdist varalimur. Hin […]