Italienska tíðarritið Fitainforma hevur skrivað grein um føroyskan áhugaleik grundað á samskiftið við Noomi Reinert, nevndarforkvinnu í MáF. Forvitnisliga greinin kann lesast á enskum her.
Á eyka aðalfundi 11. mars vórðu tveir nýggir limir valdir inn í nevndina í MáF. Gunhild V. Michelsen og Ragna Maja Kruse, ið stóðu fyri vali, valdu báðar ikki at stilla uppaftur. Nýggju limirnir eru Ebba Sofía Kruse úr Dramaverkstaðnum og Hilmar Joensen úr Ungmannafelagnum Royndin í Nólsoy. Hilmar Joensen hevur í nógv ár verið […]
Í hesum døgum framførir Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu tragikomiska leikin “Hin berskølluta sangarinnan”. Frumframførslan var 4. mars. Rumensk/franski, Eugene Lonesco hevur skrivað leikin. Leikverkætlanin er beinleiðis úrslit av dramaverkstøðunum, sum Losjan Glotti hevur skipað fyri saman við Noomi Reinert seinastu árini. Hetta hevur økt áhugan fyri sjónleiki millum tey ungu, og í hesum leikinum vísa […]
Landastrokið er skemtileikur eftir Otto Schwartz og Carl Matern. Jógvan Eliassen hevur umsett til føroyskt. Leikurin snýr seg um ein ríkan mammubeiggi, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfók í heimbýnum – borgarstjóran og hús hansara. Hann kemur klæddur sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi […]
Vegna jólafrí er skrivstovan hjá MáF stongd frá 20. desember til 2. januar 2017.
Set kross í kalendararn 3. – 5. mars 2017 og tekna teg til skeiðið ”Tak pallin” á Gjáargarði. Tríggir intensivir dagar har tú hevur møguleika at brúka eitt heilt vikuskifti í einum kreativum og spennandi umhvørvi at menna teg sjálvan. Ert tú sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari ella ein, ið á ein ella annan hátt skal bera […]
Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir leikin “Syndarlig jól” á gomlu brandstøðini (bunkaranum) í Klaksvík. Hetta er ikki fyri sartar sálir, og aldursmarkið er tí sett til 18 ár. Sýningarnar verða soleiðis: Fríggjadag 2. desember: Kl. 20.00 Leygardag 3. desember: Kl. 19.00 Sunnudag 4. desember: Kl. 20.00 Atgongumerki kunnu keypast á http://www.atgongumerki.fo/ og kostnaðurin er 100,- kr. Pláss […]
Altjóða stuttleikafestivalurin – NEATA Short Play Festival 2016 – sum MáF skipaði fyri 7. – 8. oktober eydnaðist stak væl. Heili 8 lond luttóku við 16 stuttleikum. Luttakandi londini vóru: Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland, Litava, Estonia, Lettland og Føroyar. Umleið 65 leikarar luttóku íalt umframt eygleiðarar/umboð úr ymisku londunum og altóða stýrið fyri áhugaleik (IATA/AITA) […]
NEATA Short Play Festival 2016 er ein leikstevna fyri áhugaleikfeløg, ið eru limir í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance). Í 2016 er MáF vertur fyri stevnuna, ið verður í Føroyum í døgunum 7. – 8. oktober. Umframt Føroyar luttaka íalt 7 norðurlendsk og evropeisk lond: Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Letland, Estland og Litauen. Umleið […]
MáF skal við hesum gera vart við, at stuðulsumsóknir fyri september og 4. ársfjórðing skal vera MáF í hendi innan 1. september 2016. Stuðul kann søkjast til alt, sum hevur við áhugaleik at gera so sum sjónleik, sjónleikaratiltøk, skeið o.a. Umsóknarskjal og meiri kunning fæst við at trýsta á leinkið: http://maf.fo/studul