Det Ferösche Compagnie søknast eftir dansiglaðum statistum

Det Ferösche Compagnie søknast eftir dansiglaðum statistum til sjónleik um krígsárini 1940-45. Leikurin verður sýndur í Sjónleikarahúsinum í Havn frá 21. aug. til 6. sept. Statistarnar skulu dansa “enskan dans”. ØLL yvir 16 ár eru vælkomin – einasta treyt: Dansigleði og grundtrinini í ‘enskum dansi’.   Sí hjáløgdu lýsing niðanfyri: 2015-07-15_Det Ferösche Compagnie sóknast eftir […]

Ólavsøkukabarettin 2015

Halló, kæra harkalið! Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í […]

Óðins eyga á Tjóðpallinum um ólavsøkuna

  Óðins Eyga er ein víkingaleikur fyri børn, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Sóley Danielsen spælir allar leiklutirnar, ið hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið livir í víkingaøldini. Sóley er m.a. kend frá einkvinnu leikinum “Einki orð”, har hon eisini spældi nógvar […]

Nýggjur dagligur leiðari hjá MÁF

Nevndin í MÁF hevur sett Ingun Christensen í starv sum nýggjan dagligan leiðara á skrivstovuni hjá MÁF frá 1. juli 2015. Ingun tekur við starvinum eftir Eir í Ólavstovu, sum hevur røkt starvið síðan mai 2011. Talan er um eitt parttíðarstarv. Ingun hevur røkt starvið sum avloysari seinastu 10 mánaðirnar. Fyrst sum farloyvisavloysari og síðan […]

Skeið í rødd og rørslu

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, fyrilestrarhaldara ella einum, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu á Føroya Fólkaháskúla tann 5. – 6. september 2015. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Skeiðið miðjar […]

Barnaleikstevnan 2015

Tann 5. juni skipar MáF saman við dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum og dramaskúlunum í Gøtu og Klaksvík fyri Barnaleikstevnuni 2015 í Gøtu. Nógv ymiskt verður á skránni so sum morgunmatur, skrúðgonga og spennandi leikir framførdir av dramabólkunum. Tiltakið er ókeypis! Øll – stór sum smá – eru hjartaliga vælkomin. Stuðlað tiltakinum hevur Eysturkommuna. Fyri nærri kunning, sí […]

Upptøkuroynd til Fólk og dólgar í Kardamummubýi

Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner. Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum  leygardagin 9. mai kl. 10:00. Brúk er fyri nógvum fólkum, og ØLL eru hjartaliga vælkomin at royna seg. Tey sum vilja luttaka, skulu fyrireika eina lítla søgu upp á […]

Menn í sokkabuksum

Leikurin “Menn í sokkabuksum” er úrslitið av eini verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum. Næmingarnir hava sjálvir gjørt leikin, sum er bygdur á skemtifilmin hjá Mel Brooks um Robin Hood “Men in tights”. Umframt at hava týtt leikin úr enskum hava næmingarnir eisini smíðað pallin og seymað teir spennandi leikbúnarnar. Tónleikur og sangur er […]

Dreymur Jóansøkunátt í Sjónleikarhúsinum

Skemtileikurin hjá Shakespeare “Dreymur Jóansøkunátt”, sum Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu byrjaði at framføra í mars mánað, verður nú eisini framførdur í  Sjónleikarhúsinum í Havn 23. og 24. apríl kl.19:00. Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð […]

Tveir barnaleikir í apríl

Skúlin í Sjónleikarhúsinum fer at framføra tveir barnaleikir í apríl. “Leyvan, gívurin og klædnaskápið”, sum Stephen Wass hevur gjørt til leik út frá kendu søguni hjá C.S. Lewis. Leikurin snýr seg um fýra børn, ið krógva seg í einum klædnaskápi og koma inn í annan heim. Har skulu tey vinna á hvítu gívrina, sum hevur […]