Kveikjandi seinnapartur á Dramaverkstaðnum í Havn

Í morgin kemur kendi danski drama- námsfrøðingurin Helle Hauger á vitjan á Dramaverkstaðnum í Havn , har ferð hon at greiða frá sínum royndum við at undirvísa børn og ung í drama. Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta og spyrja hana spurningar. Tiltakið er ókeypis og er fyri øll sum hava áhuga fyri at undirvísa børnum […]

Farið og hyggið at spennandi sjónleiki

Í hesum døgum er eldrabólkurin Drakomir og spælir sjónleik í Føroyum. Tey spæla í Nólsoy í kvøld. Í Spaniastovu í Klaksvík fríggjadagin kl 16.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 16. Tað kostar bert 50 kr at hyggja at leikinum so farið og hyggjið tí  hetta er ein leikur sum viðkemur okkum øllum.   

Eldrabólkur kemur til Føroya at spæla sjónleik

 Í døgunum frá 8. apríl til fríggjadagin tann 11.apríl, kemur ein bólkur av eldri til Føroya at spæla sjónleik Tey taka upp evnir og viðgera tað sum er átrokandi serliga fyri pensionistar men sum er viðkomandi fyri okkum øll.  Sýningarnar eru hesar: Týsdagin kl. 16 á Tjóðpallinum sýningin er ókeypis fyri pensionistar Mikudagin kl. 19.30 á […]

Ummælið av Mýruborg

Eitt ummæli frá Beate Samuelsen:  Gysarin “Morð á Mýruborg” á Sandi65 ára føðingardagurin hjá harragarðseigaranum William Mýruborg fer ikki rættiliga fram sum ætlað. Okkurt fær detektivarnar George Garrvilt og Alex Torden heilt upp í tað reyða feltið.——Tey munnu vera fá, sum ikki fegnast yvir at fáa eina innbjóðing til ein føðingardag.Og tá hjúnini Irena og […]

Ummælið av Oliver Twist

Ummæli: Ein góður gøtudrongur Steintór Rasmussen ummælir leikin Oliver Twist, sum verður framførdur í Gøtu í hesum døgum. Leikurin er so væl umtóktur, at allar sýningar fram til seinastu sýning fríggjakvøldið í næstu viku eru útseldar Túrurin til Gøtu var øðrvísi. Har var hvørki fótbóltur ella festivalur á skránni. Men hetta sunnukvøldið mátti sjónvarp vera […]

Spennandi sjónleikur í Gøtu

Tað er kenda søgan um Olivur Twist eftir Charles Dickens, sum nú skal á pall sum musikal í Gøtu. Leikurin bleiv so umfatandi og fyllur so nógv, at tey ikki kundu vera inni í kendu og hugnaligu hølinum hjá Losjuni í Gøtu, men máttu út at finna eitt annað hølið. Tað funnu tey beint við […]

Frumframførsla í kvøld á Sandi

Vælkomin til ein sjónleik, sum eisini er ein veitsla, har tú er gestur! “Morð á Mýruborg” er fyrsti leikurin í Føroyum av hesum slag – ein “Murder Mystery Dinner”-leikur. Tey ungu í Virkinum eiga hugskotini, Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur saman við leikarunum skrivað leikritið. Bert 30 fólk sleppa til hvørja sýning, so tá […]

Elektronisk tilmelding

Um tú hevur trupulleikar við at tekna teg elektroniskt, so send tilmeldingina við telduposti ella við at ringja til okkara á tlf. 285624.

Aðalfundur hjá MáF tann 29.mars kl 10-14

Aðalfundurin verður í Áarstovu í Sjónleikarhúsinum í Havn   leygardagin 29 mars 2014 kl. 10.00 -14.00   Allir limir í limafeløgunum hava rætt at møta á aðalfundinum. Fyri vali standa nevndarlimirnir Himar Joensen formaður, Petur Simosen kassameistari og Noomi Reinhert nevndarlimur og varanevndarlimurin Rudolf Joensen og Hanna Flóvinsdóttir Á aðalfundinum hava sjónleikarafeløg 6 og bólkar […]

Leikur í Løkshøll

Klokkan sjey í kvøld varð leikurin við heitinum Vikarurin frumsýndur í Løkshøll. Talan er um úrslit av verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum, og sigast kann uttan himpr, at hesum eru tey komin avbera væl frá. Undirritaði leitaði sær út í Løkshøll at forvitnast, hvussu leikur fór. Hevði onga ætlan um […]