
Í hesum døgum er eldrabólkurin Drakomir og spælir sjónleik í Føroyum. Tey spæla í Nólsoy í kvøld. Í Spaniastovu í Klaksvík fríggjadagin kl 16.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 16. Tað kostar bert 50 kr at hyggja at leikinum so farið og hyggjið tí hetta er ein leikur sum viðkemur okkum øllum.

Í døgunum frá 8. apríl til fríggjadagin tann 11.apríl, kemur ein bólkur av eldri til Føroya at spæla sjónleik Tey taka upp evnir og viðgera tað sum er átrokandi serliga fyri pensionistar men sum er viðkomandi fyri okkum øll. Sýningarnar eru hesar: Týsdagin kl. 16 á Tjóðpallinum sýningin er ókeypis fyri pensionistar Mikudagin kl. 19.30 á […]

Eitt ummæli frá Beate Samuelsen: Gysarin “Morð á Mýruborg” á Sandi65 ára føðingardagurin hjá harragarðseigaranum William Mýruborg fer ikki rættiliga fram sum ætlað. Okkurt fær detektivarnar George Garrvilt og Alex Torden heilt upp í tað reyða feltið.——Tey munnu vera fá, sum ikki fegnast yvir at fáa eina innbjóðing til ein føðingardag.Og tá hjúnini Irena og […]

Ummæli: Ein góður gøtudrongur Steintór Rasmussen ummælir leikin Oliver Twist, sum verður framførdur í Gøtu í hesum døgum. Leikurin er so væl umtóktur, at allar sýningar fram til seinastu sýning fríggjakvøldið í næstu viku eru útseldar Túrurin til Gøtu var øðrvísi. Har var hvørki fótbóltur ella festivalur á skránni. Men hetta sunnukvøldið mátti sjónvarp vera […]

Tað er kenda søgan um Olivur Twist eftir Charles Dickens, sum nú skal á pall sum musikal í Gøtu. Leikurin bleiv so umfatandi og fyllur so nógv, at tey ikki kundu vera inni í kendu og hugnaligu hølinum hjá Losjuni í Gøtu, men máttu út at finna eitt annað hølið. Tað funnu tey beint við […]

Vælkomin til ein sjónleik, sum eisini er ein veitsla, har tú er gestur! “Morð á Mýruborg” er fyrsti leikurin í Føroyum av hesum slag – ein “Murder Mystery Dinner”-leikur. Tey ungu í Virkinum eiga hugskotini, Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur saman við leikarunum skrivað leikritið. Bert 30 fólk sleppa til hvørja sýning, so tá […]

Um tú hevur trupulleikar við at tekna teg elektroniskt, so send tilmeldingina við telduposti ella við at ringja til okkara á tlf. 285624.

Aðalfundurin verður í Áarstovu í Sjónleikarhúsinum í Havn leygardagin 29 mars 2014 kl. 10.00 -14.00 Allir limir í limafeløgunum hava rætt at møta á aðalfundinum. Fyri vali standa nevndarlimirnir Himar Joensen formaður, Petur Simosen kassameistari og Noomi Reinhert nevndarlimur og varanevndarlimurin Rudolf Joensen og Hanna Flóvinsdóttir Á aðalfundinum hava sjónleikarafeløg 6 og bólkar […]

Klokkan sjey í kvøld varð leikurin við heitinum Vikarurin frumsýndur í Løkshøll. Talan er um úrslit av verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum, og sigast kann uttan himpr, at hesum eru tey komin avbera væl frá. Undirritaði leitaði sær út í Løkshøll at forvitnast, hvussu leikur fór. Hevði onga ætlan um […]

Sjónleikur í Virkinum á Sandi! Talan er um ein “murder mystery dinner” leik. Tíðin er 1950 og staðið er Ongland. Áskoðarin sleppur saman við 2 loyniløgreglumonnum at loysa drápsgátuna. Katrin Petersen er samskipari og stigtakari, og Sóleyð Danielsen er leikstjóri Gleðið tykkum til frumframførðsluna tann 21. mars!