Aðalfundur hjá MáF tann 29.mars kl 10-14

Aðalfundurin verður í Áarstovu í Sjónleikarhúsinum í Havn   leygardagin 29 mars 2014 kl. 10.00 -14.00   Allir limir í limafeløgunum hava rætt at møta á aðalfundinum. Fyri vali standa nevndarlimirnir Himar Joensen formaður, Petur Simosen kassameistari og Noomi Reinhert nevndarlimur og varanevndarlimurin Rudolf Joensen og Hanna Flóvinsdóttir Á aðalfundinum hava sjónleikarafeløg 6 og bólkar […]

Leikur í Løkshøll

Klokkan sjey í kvøld varð leikurin við heitinum Vikarurin frumsýndur í Løkshøll. Talan er um úrslit av verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum, og sigast kann uttan himpr, at hesum eru tey komin avbera væl frá. Undirritaði leitaði sær út í Løkshøll at forvitnast, hvussu leikur fór. Hevði onga ætlan um […]

MORÐ Á MÝRUBORG! Sjónleikur í Virkinum á Sandi!

Sjónleikur í Virkinum á Sandi! Talan er um ein “murder mystery dinner” leik. Tíðin er 1950 og staðið er Ongland.  Áskoðarin sleppur saman við 2 loyniløgreglumonnum at loysa drápsgátuna. Katrin Petersen er samskipari og stigtakari, og Sóleyð Danielsen er leikstjóri Gleðið tykkum til frumframførðsluna tann 21. mars! 

Stovukonsert við Lív Næs, Tróndur Enni og Flóvin Flekk tann 15. jan

FYRSTA STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD! Haldið eyga við, nær næsta stovukonsertin verður á Facebook – ella á kalendaranum á http://MUSIC.fo  HVAR? Frá 15. januar 2014 verður eini røð av spennandi stovukonsertum og kvøldsetum við felagsheitinum F’LJÓÐ í Stoffalág 18 í Havn.  VIÐ HVØRJUM? Fyrsta konsertin í F’LJÓÐ røðini verður við LÍV NÆS og TRÓNDUR ENNI. Lív tekur abba […]

Gott nýggjár

So eru vit farin í holt við nýggja árið og nógv spennandi er fyri framman. Longu í februar/mars, verður skeið aftur í “rødd og rørslu” við Súsonnu og Riu Tórgarð. Á Sandi arbeiða tey ungu við eini sera sjáldsamari verkætlan sum er ein upplivilsi leikur har áskoðararnir verða drignir inn í leikin og eru viðspælarar […]

Eftirlýsing. Veit nakar hvør hesin maðurin er? ja onkur veit.

Í samband við at húsini hjá Hans Andreas er blivin málaði innan, er henda myndin komin fram úr gloymskuni og Bjørgfinnur Nielsen vil so fegin hava at vita hvør maðurin er? Ada Í Líð svaraði á facebook.  “Hattar er abbi mín, Rasmus Rasmussen (Rassmus á. Háskúlanum). Myndin er tikin í stovuni hjá honum úti á […]

Pól F – hugleiðing og sangur

Hóskvøldið, 14. nov., verður skipað fyri einum forvitnisligum tiltaki á Tjóðpalli Føroya, har Hanus G. Johansen fer at syngja Pól F sangir, og Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um mannin Pól F. Joensen. Hanus G. Johansen hevur gjørt løg til ein hóp av yrkingunum hjá Pól F, og hevur givið út heilar tríggjar fløgur […]

Sangur í mjørka

Leikurin “Sangur í Mjørka” er sera væl umtóktir, fleiri sýningar eru útseldar langt fram í tíðina og tey sum hava sæð leikin lata væl at. Ein av áskoðarunum segði at hetta er tað mesta spennandi leikurin, sum hevur verið spældur í sjónleikarhúsinum í nógv ár. Ein omma sum var við ommubørnunum segði: “Tað kann væl […]

Sangur í mjørka

Frumsýningin av nýskrivaða leikinum Sangur í mjørka, eftir Elina á Rógvi, verður leygardagin 2. novembur. Atgongumerkir til sýningarnar fáast til keyps, í Visit Tórshavn, í Gamla Bókhandli á Vaglinum. Leikurin sigur frá síni egnu søgu, sum er knýtt at samtíð áskoðarans, men samstundis nýtir sangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus á ein hátt, sum bæði undirbyggir […]

Sóley Danielsen ferð til Danmarkar at undirvísa

Sóley Danielsen ferð í komandi døgum til Danmarkar at undirvísa og leikstjórna, hetta er ein liður í einum samarbeiði millum sjónleikaraskúlan í Klaksvík og ein dramabólk í Danmark. Samarbeiðið kom í lag í summar tá Klaksvíkar sjónleikarafelag var við sínum børnum á Norðurlendsku barnasjónleikarfestivalinum í Østersund, har hittust Sóleyð og Pernilla sum var lærari hjá […]