Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri fjórða ársfjórðing í 2020 er 1. september. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul  

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 3. ársfjórðing í 2020 er 1. juni. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Aðalfundur 2020

MáF hevur aðalfund Leygardagin 14. mars 2020 kl. 13:00 á gomlu brannstøðini í Klaksvík, Kirkjubrekka 11 Dagsskrá sambært lógini (sí hjálagda skjal). Lóg Meginfelag áhugaleikara Føroya   AVLÝSTUR vegna COVID-19.

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri fyrsta ársfjórðing í 2020 er 1. mars. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul        

Er áhugi fyri at stovna Seniorbólk?

Er áhugi fyri at stovna Seniorbólk? Í juni 2019 vóru 3 limir í Havnar Sjónleikarfelag á internationalum Senior Camp í Høyer í Danmark. Mánakvøldið 3. februar søgdu vit frá hesum túri. Hvør er so senior? Í arbeiðshøpi verður sagt, at tá ein er farin um tey 55, so er ein senior. Tað fyrsta, felagið má […]

MáF 40 ára føðingardag

Í dag fyri 40 árum síðan 23. september 1979 var Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) sett á stovn. Um nakar tá hevði ímyndað sær, at felagið enn var á lívið 40 ár seinni, er ilt at siga. Men so er, áhugaleikurin stórtrívist enn í dag, og meginfelagði hevur íalt átta limafeløg, har flest teirra eru virkin […]

Umsóknarfreistin 4. ársfjórðing 2019

MáF skal við hesum minna á, at umsóknarfreistin at søkja stuðul fyri 4. ársfjórðing er innan 1. september 2019. Nærri kunning og umsóknarbløð fáast her.      

Luttøka úr Føroyum á SeniorTeater Camp

Í døgunum 11. – 15. juni 2019 luttóku Karin Djurhuus, Bergljót av Skarði og Bjørg Jensen á SeniorTeater Camp á skeiðsdeplinum Hohewarte í Højer, ið danska meginfelagið fyri áhugaleik, DATS, skipaði fyri. Hetta var, sum enska heitið sigur, ein sjónleikarastevna fyri tey tilkomnu. Sum partur av norðurlendska samstarvinum innan áhugaleik, fekk MáF innbjóðing til hesa stevnu […]

Dukkuleikur við Gjógv 10.-19. juni

Nú er møguleiki at koma til Gjáar, har søgan um Marina verður sýnd sum dukkuleikur Dukkuleikurin “Marin” tekur støði í einari gamlari søgn frá Gjógv. Leikurin vendir sær til allar aldursbólkar er ein uppliving fyri allar sansir. Eitt yvirnatúrligt fyribrigdi er gjøgnumgangandi í leikinum, og áskoðararnir verða hugfangaðir á ymiskan hátt. Í leikinum verða nýttir […]

Suðuroyarkabarettin 2019

Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett. Sum kabarettum líkt, verður mangt og hvat endavent. Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum. Norðoyingar verða heldur ikki spardir. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini. Leikstjóri er Jákup Veyhe. Leikarar […]