
Á veitslu í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 2. februar vórðu MÁF-heiðurslønirnar lætnar á fyrsta sinni. Áhugasjónleikarar í Føroyum hava saknað, at framúr avrik í føroyskum áhugasjónleiki verða viðurkend. Tí var tað kærkomið, tá MÁF-heiðurslønirnar vórðu lætnar leygarkvøldið. Ein dómsnevnd hevði mett um framførslurnar farna árið, og hevði valt at lata átta heiðurslønir. Ársins búnar […]

Strindberg klassikari við mati og drekka Edgar og Alice hava bjóðað 40 gestum í silvurbrúdleyp í bydgahúsinum, kokkurin er úr Svøríki og vinmaðurin Kurt er veitslustjóri. 25 ár í viðgongd og mótgongd skulu nú feirast við manér. Hetta verður ein minnilig veitsla við øllum tí góða: 4 rættum, drekka, dansi, røðum og sangi, karaoke! – […]

Vegna jólafrí er skrivstovan stongd til 2. januar 2019. Konteret er lukket på grund af juleferie til 2. januar 2019. The office is closed until 2 January 2019 due to Christmas holidays.

Nú stundar av álvara til jóla, og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins tíð eru flest okkara barnsliga sálir. Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og […]

Upp undir jól bjóðar Klaksvíkar Sjónleikarafelag til tærnakrympandi svart skemt í Gomlu Brandstøð í Klaksvík. Leikarar: Durita Joensen Snæbjørg Gustavsdóttir Høgni Louisson Poulsen Emry Jo Sigrið Mikkjalsdóttir Theodor Solbjørg Liljan Eysturdal Køtlum Ljós & ljóð: Rói L. Poulsen Kristian D. Heinesen Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/dramas

DÝPIÐ er ein modernað dansisýning, sum hevur uppruna í yrkingini ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ hjá Jens Paula Heinesen. Við íblástri úr orðum er henda dansisýnining ment við hugleiðingum um, hvussu eitt lív kann vendast og dragast. Sýningin er 40 minuttir long. Umframt vaksin verður mett, at sýningin er væl egnað til børn í aldrinum […]

Suðuroyar Sjónleikarafelag sýnir kenda familjuleikin “Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum” hjá Thorbjørn Egner, sum Eyðun Johannesen hevur týtt til føroyskt. Klæmint H. Isaksen er leikstjóri, og Nicolaj Falck hevur gjørt pallmyndina. Framførslurnar verða í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, ið er sera vælegnað til sjónleik. Fyrsta sýning verður leygardagin 10. november kl. 16.00. Atgongumerki kunnu […]

HEDDA GABLER – Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í NORÐRAGØTU FRÁ 2. NOVEMBER Um leikin: Júst heimkomin av brúðarferð í 6 mánaðir, upplivir vakra og sjálvsikra Hedda, at hon er fangað í eini inniklemmandi, keðiligari og smáborgarligari verð. Tá hon so hoyrir at gamla flamma hennara, Eilert Lovborg, er vendur aftur til býin, forelskaður í aðrari kvinnu, og […]

Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin. Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan […]

”Eg upplivdi at andin hjá Dario Fo sveimaði yvir hesi sýningini: politisk, provokerandi, klovnaleikur – og tað er ikki smávegis rós” Soleiðis skrivar íslendski ummælarin Silja Aðalsteinsdóttir um leikin Shhh!, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum 20. oktober. Shhh! er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur eftir íslendska listabólkin Ratatam, sum byggir á dokumentariskt tilfar. Leikurin er […]