Jólateiti: Lallalig Jól

Upp undir jól bjóðar Klaksvíkar Sjónleikarafelag til tærnakrympandi svart skemt í Gomlu Brandstøð í Klaksvík.  Leikarar:  Durita Joensen  Snæbjørg Gustavsdóttir  Høgni Louisson Poulsen  Emry Jo  Sigrið Mikkjalsdóttir  Theodor Solbjørg  Liljan Eysturdal Køtlum  Ljós & ljóð:  Rói L. Poulsen  Kristian D. Heinesen  Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/dramas 

Dansisýning: DÝPIÐ

DÝPIÐ er ein modernað dansisýning, sum hevur uppruna í yrkingini ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ hjá Jens Paula Heinesen.  Við íblástri úr orðum er henda dansisýnining ment við hugleiðingum um, hvussu eitt lív kann vendast og dragast.  Sýningin er 40 minuttir long. Umframt vaksin verður mett, at sýningin er væl egnað til børn í aldrinum […]

Leikur: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum

Suðuroyar Sjónleikarafelag sýnir kenda familjuleikin “Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum” hjá Thorbjørn Egner, sum Eyðun Johannesen hevur týtt til føroyskt.  Klæmint H. Isaksen er leikstjóri, og Nicolaj Falck hevur gjørt pallmyndina. Framførslurnar verða í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, ið er sera vælegnað til sjónleik. Fyrsta sýning verður leygardagin 10. november kl. 16.00.  Atgongumerki kunnu […]

Leikur: Hedda Gabler

HEDDA GABLER – Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í NORÐRAGØTU FRÁ 2. NOVEMBER Um leikin: Júst heimkomin av brúðarferð í 6 mánaðir, upplivir vakra og sjálvsikra Hedda, at hon er fangað í eini inniklemmandi, keðiligari og smáborgarligari verð. Tá hon so hoyrir at gamla flamma hennara, Eilert Lovborg, er vendur aftur til býin, forelskaður í aðrari kvinnu, og […]

Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens á Tjóðpallinum

Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin. Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan […]

Er tað í lagi at tosa um harðskap í heiminum?

”Eg upplivdi at andin hjá Dario Fo sveimaði yvir hesi sýningini: politisk, provokerandi, klovnaleikur – og tað er ikki smávegis rós” Soleiðis skrivar íslendski ummælarin Silja Aðalsteinsdóttir um leikin Shhh!, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum 20. oktober. Shhh! er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur eftir íslendska listabólkin Ratatam, sum byggir á dokumentariskt tilfar. Leikurin er […]

Slóðbrótandi pallseting av sjónleiki

Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra enn ein heimskendan klassikara, men hesaferð er pallsetingin heilt serlig og slóðbrótandi. Leikurin verður nevniliga framførdur í Býráðshúsinum í Norðragøtu. Myrka tíðin merkir sjónleikur í Gøtu, og í ár er einki undantak. Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra klassikaran “Hedda Gabler” eftir heimskenda norska skaldið […]

Leikur: Jørundur Hundadagakongur

Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason. Leikurin, ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar eitt “ósøguligt leikhúsverk”. Talan er um ein skemtileik, við […]

Føroyskur leikbólkur til Litava

Í ár verður tann 10. NEATA Festivalurin í Anykschiai í Litava í døgunum 31. juli – 5. august. Heitið á festivalinum er “Traditions Create Future”. Sum limur í NEATA er MáF eisini saman við øllum hinum NEATA limalondunum boðin at luttaka við leikbólki. MáF samskipar luttøkuna og ferðina úr Føroyum og hevur í hesum sambandi […]

EDERED 2018

EDERED er ein felagsskapur, ið skipar fyri barna-/ungdómstiltøkum í samband við sjónleik. Endamálið hjá felagsskapinum er at menna millummentarligt arbeiði innan drama og sjónleik fyri børn/ung í Evropa. Tiltakið fevnir m.a. um sjónleikaraskeiðir av ymiskum slag og framførslur, har børn/ung í aldrinum 13-15 ár, ið hava áhuga innan sjónleik fáa høvi at menna seg, fáa […]