Suðuroyarkabarettin 2019

Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett. Sum kabarettum líkt, verður mangt og hvat endavent. Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum. Norðoyingar verða heldur ikki spardir. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini. Leikstjóri er Jákup Veyhe. Leikarar […]

Leikur: Junglubókin

Sjónleikaraskúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn fer í apríl og mai at framføra sangleikin Junglubókin, sum er bygdur á skaldsøguna hjá Rudyard Kipling og filmsútgávuna hjá Disney. Sóley Danielsen og Jákup Dahl Wardum hava týtt leikin til føroyskt. Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur eisini gjørt pallmyndina. Íalt eru 45 leikarar í aldursbólkinum 7 til 17 […]

Nevndin heldur fram við nýggjum varalimum

Á aðalfundinum hjá MáF tann 16. mars stóðu nevndarlimirnir Ebba Sofía Kruse og Hilmar Joensen fyri vali. Bæði stillaðu uppaftur og vórðu vald inn aftur í nevndina. Sostatt heldur nevndin fram við somu nevndarlimum sum frammanundan umframt tveimum nýggjum varalimum, ið eru Rakul í Gerðinum og Lena Danielsen. Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis […]

Leikur: Kraddarin

Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir ævintýraleikin Kraddarin eftir Súsonnu Tórgarð og Biritu Mohr á loftinum á Spinnarínum í Klaksvík. Leikstjóri er Aðalbjørg J. Linklett. Pallmyndina hava Hjálmar Dam og Nicolaj Falck gjørt. Fyrsta sýning er fríggjakvøldið 15. mars kl. 19.00. Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/dramas.  

Filmssýning: Illir andar

Sjónleikarhúsið í Havn sýnir filmin Illir andar, sum er upptikin í Sjónleikarhúsinum. Leikstjóri og handrit: Pablo Merín Leikarar: Hjálmar Dam, Annika á Lofti og Jákup Dahl Wardum Framleiðslustjóri: Hanna Flóvinsdóttir Framleiðsla: Birgir Djurhuus og Karin Djurhuus.   Fyrsta sýning verður hóskvøldið 14. mars kl. 20.00.   Atgongumerki fáaast á https://www.atgongumerki.fo/movies.  

Aðalfundur 2019

  MáF hevur aðalfund Leygardagin 16. mars 2019 kl. 11:00  á Dramaverkstaðnum í Havn.  Dagsskrá sambært lógini (sí hjálagda skjal).  1517925303_lg_mf.pdf

MÁF-heiðurslønirnar

Á veitslu í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 2. februar vórðu MÁF-heiðurslønirnar lætnar á fyrsta sinni.   Áhugasjónleikarar í Føroyum hava saknað, at framúr avrik í føroyskum áhugasjónleiki verða viðurkend. Tí var tað kærkomið, tá MÁF-heiðurslønirnar vórðu lætnar leygarkvøldið.   Ein dómsnevnd hevði mett um framførslurnar farna árið, og hevði valt at lata átta heiðurslønir.   Ársins búnar […]

Deyðadansurin 3.0

Strindberg klassikari við mati og drekka Edgar og Alice hava bjóðað 40 gestum í silvurbrúdleyp í bydgahúsinum, kokkurin er úr Svøríki og vinmaðurin Kurt er veitslustjóri. 25 ár í viðgongd og mótgongd skulu nú feirast við manér. Hetta verður ein minnilig veitsla við øllum tí góða: 4 rættum, drekka, dansi, røðum og sangi, karaoke! – […]

Gleðilig jól

Vegna jólafrí er skrivstovan stongd til 2. januar 2019. Konteret er lukket på grund af juleferie til 2. januar 2019. The office is closed until 2 January 2019 due to Christmas holidays.

Leikhúsjól – Jólagleðin, ið hvarv

Nú stundar av álvara til jóla, og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins tíð eru flest okkara barnsliga sálir.   Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og […]