
Set kross í kalendararn 3. – 5. mars 2017 og tekna teg til skeiðið ”Tak pallin” á Gjáargarði. Tríggir intensivir dagar har tú hevur møguleika at brúka eitt heilt vikuskifti í einum kreativum og spennandi umhvørvi at menna teg sjálvan. Ert tú sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari ella ein, ið á ein ella annan hátt skal bera […]

Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir leikin “Syndarlig jól” á gomlu brandstøðini (bunkaranum) í Klaksvík. Hetta er ikki fyri sartar sálir, og aldursmarkið er tí sett til 18 ár. Sýningarnar verða soleiðis: Fríggjadag 2. desember: Kl. 20.00 Leygardag 3. desember: Kl. 19.00 Sunnudag 4. desember: Kl. 20.00 Atgongumerki kunnu keypast á http://www.atgongumerki.fo/ og kostnaðurin er 100,- kr. Pláss […]

Altjóða stuttleikafestivalurin – NEATA Short Play Festival 2016 – sum MáF skipaði fyri 7. – 8. oktober eydnaðist stak væl. Heili 8 lond luttóku við 16 stuttleikum. Luttakandi londini vóru: Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland, Litava, Estonia, Lettland og Føroyar. Umleið 65 leikarar luttóku íalt umframt eygleiðarar/umboð úr ymisku londunum og altóða stýrið fyri áhugaleik (IATA/AITA) […]

NEATA Short Play Festival 2016 er ein leikstevna fyri áhugaleikfeløg, ið eru limir í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance). Í 2016 er MáF vertur fyri stevnuna, ið verður í Føroyum í døgunum 7. – 8. oktober. Umframt Føroyar luttaka íalt 7 norðurlendsk og evropeisk lond: Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Letland, Estland og Litauen. Umleið […]

MáF skal við hesum gera vart við, at stuðulsumsóknir fyri september og 4. ársfjórðing skal vera MáF í hendi innan 1. september 2016. Stuðul kann søkjast til alt, sum hevur við áhugaleik at gera so sum sjónleik, sjónleikaratiltøk, skeið o.a. Umsóknarskjal og meiri kunning fæst við at trýsta á leinkið: http://maf.fo/studul

TILMELDING 2016-2017 Vit mangla dreingir! Aldur: frá 8 ár og eldri. Tilmelding til drama/sjónleikaraskeið fer fram inni á heimasíðuni hjá Dramaverkstaðnum inni á varablaðnum “Tilmelding”. Vinarliga lesið treytirnar, sum eru galdandi fyri at ganga til drama á Dramaverkstaðnum, inni á varðablaðnum “Kunning”! Byrjunaraldurin komandi skeið, sum byrjar komandi heyst 2016 til summarið 2017, verður 8 […]

Nú nærkast, at Glasir, Tórshavnar Musikkskúli og Rytmiska kórið í Hoydølum fara at seta upp ein sangleik í Norðurlandahúsinum. Leikurin er føroyskur og nýskrivaður, og hann snýr seg um Føroyar og føroyskan ungdóm í lit-og hendingaríku 80´unum. Tónleikurin verður kendur tónleikur fra 80´unum í einum nýtulkaðum hami. Jákup Veyhe og Kristina Sørensen Ougaard […]

Á eyka aðalfundi 26. apríl vórðu tveir nýggir limir og ein núverandi limur valdir inn í nevndina í MáF. Nýggju limirnir eru Beinta Flóvinsdóttir og Rúna Mortensen úr Havnar Sjónleikarafelag. Afturvaldi limurin er Noomi Reinert úr sjónleikarafelagnum Glotti í Gøtu. Nevndin hevur nú skipað seg og sær soleiðis út: Noomi Reinert, forkvinna Beinta Flóvinsdóttir, […]

Í hesum døgum framførir Sjónleikarafelagið Glotti skemtileikin “Renn fyri vívinum” í Losjuni við Gøtugjógv. Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin við enska heitinum “Run for your wife” í 1983. Leikurin er vorðin ein klassikari og hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampa. Áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju við ørkymlaða hýruvognsføraranum […]

Máf hevur aðalfund Leygardagin 12. mars 2016 kl. 1100 í Sjónleikarhúsinum í Havn. Dagsskrá sambært lógini (sí hjálagda skjal). Fundarboð og skrá_HS.pdf