
“Heksirnar” er familjuleikur eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini. Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í […]

Føroyski sjónleikarabólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) fer í summar undir eina nýggja forkunnuga sjónleikara-verkætlan í Sjónleikarhúsinum í Havn. Krígsárini 1940-45 undir lupp. Allur heimurin broyttist undir II. veraldarbardaga og okkara lítlu oyggjar í norðuratlantshavi sluppu heldur ikki óskalaðar. 13. apríl í ár vóru 75 ár liðin, síðani bretsku hermenninir stiðju fótin á land í Føroyum. […]

Det Ferösche Compagnie søknast eftir dansiglaðum statistum til sjónleik um krígsárini 1940-45. Leikurin verður sýndur í Sjónleikarahúsinum í Havn frá 21. aug. til 6. sept. Statistarnar skulu dansa “enskan dans”. ØLL yvir 16 ár eru vælkomin – einasta treyt: Dansigleði og grundtrinini í ‘enskum dansi’. Sí hjáløgdu lýsing niðanfyri: 2015-07-15_Det Ferösche Compagnie sóknast eftir […]
Halló, kæra harkalið! Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í […]

Óðins Eyga er ein víkingaleikur fyri børn, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Sóley Danielsen spælir allar leiklutirnar, ið hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið livir í víkingaøldini. Sóley er m.a. kend frá einkvinnu leikinum “Einki orð”, har hon eisini spældi nógvar […]

Nevndin í MÁF hevur sett Ingun Christensen í starv sum nýggjan dagligan leiðara á skrivstovuni hjá MÁF frá 1. juli 2015. Ingun tekur við starvinum eftir Eir í Ólavstovu, sum hevur røkt starvið síðan mai 2011. Talan er um eitt parttíðarstarv. Ingun hevur røkt starvið sum avloysari seinastu 10 mánaðirnar. Fyrst sum farloyvisavloysari og síðan […]

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, fyrilestrarhaldara ella einum, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu á Føroya Fólkaháskúla tann 5. – 6. september 2015. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Skeiðið miðjar […]

Tann 5. juni skipar MáF saman við dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum og dramaskúlunum í Gøtu og Klaksvík fyri Barnaleikstevnuni 2015 í Gøtu. Nógv ymiskt verður á skránni so sum morgunmatur, skrúðgonga og spennandi leikir framførdir av dramabólkunum. Tiltakið er ókeypis! Øll – stór sum smá – eru hjartaliga vælkomin. Stuðlað tiltakinum hevur Eysturkommuna. Fyri nærri kunning, sí […]

Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner. Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai kl. 10:00. Brúk er fyri nógvum fólkum, og ØLL eru hjartaliga vælkomin at royna seg. Tey sum vilja luttaka, skulu fyrireika eina lítla søgu upp á […]

Leikurin “Menn í sokkabuksum” er úrslitið av eini verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum. Næmingarnir hava sjálvir gjørt leikin, sum er bygdur á skemtifilmin hjá Mel Brooks um Robin Hood “Men in tights”. Umframt at hava týtt leikin úr enskum hava næmingarnir eisini smíðað pallin og seymað teir spennandi leikbúnarnar. Tónleikur og sangur er […]