
Suðuroyar Sjónleikarafelag fer í næstum at framføra skemtileikin “Fótur í hosu” í SALT á Tvøroyri. Leikurin snýr seg um ein hýruvognsførara, sum verður bjóðaður inn til ein mann at bíða, meðan hesin ger seg kláran. Teir tosa um ymiskt, eitt nú, um maðurin skal rinda fyri bíðitíðina. Meðan teir tosa kemur systir mannin, ið hevur […]

Ert tú 18 – 25 ár? Hevur tú áhuga í sjónleiki? Hevur tú hug at fara til fleiri ymisk Norðurlond og fáa undirvísing innan palllistamentan umframt í Føroyum? So hevur tú møguleikan nú uttan at rinda eina krónu. Sum umboð fyri Føroyar er MáF við í einum norðurlendskum verkætlanarsamstarvi saman við Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki […]

Einrøðuleikur við Jógvan Andrias Joensen, ið hevur støði í hansara egnu upplivingum. Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur. Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd […]

Sunnukvøldið 12. september fer Seniorbólkurin í Havnar Sjónleikarfelag á pallin. Tey hava í eina tíð hildið saman og vant í Sjónleikarhúsinum, og úrslitið er sýningin ”Tik Tok antik” – antik, tí tey vilja fegin siga sínar søgur beinleiðis av pallinum, heldur enn at fara á alnótina við teimum. Á skránni er ein samanseting av skemti […]

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 4. ársfjórðing í 2021 er 1. september. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Loksins er liðugt ruddað og skilt í gomlum skjølum hjá MáF, og sostatt er ein partur av søguni hjá MáF nú atkomuligur á Tjóðskjalasavninum – tvs. skjøl 15 ár og eldri. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað 23. september 1979, so tey elstu skjølini eru nú vorðin yvir 40 ár. Kanska ikki so gamalt samanborið […]

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing í 2021 er 1. juni. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Felagsmynd av luttakarum og undirvísarum á Stanislavskij- og skriviskeiðnum, ið MáF skipaði fyri á Gjáargarði í vikuskiftinum. Bæði skeiðini vóru fullteknaði. Hanne Jørna var undirvísari í Stanislavskijskeiðnum, og Gunvør Reynberg var undirvísari í skriviskeiðnum “At skriva til pall”. MáF ynskir øllum luttakarunum hjartaliga til lukku við skeiðspróvnum, og vit gleða okkum til vónandi nýskrivað leikhandrit […]

Á aðalfundinum hjá MáF tann 10. apríl 2021 stóðu nevndarlimirnir Hilmar Joensen og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bæði stillaðu uppaftur og vórðu vald inn aftur í nevndina. Sostatt heldur nevndin fram við somu nevndarlimum sum frammanundan. Tveir varalimir vóru eisini valdir – Jákup Dahl Wardum var valdur inn aftur, meðan nýggi valdi varalimurin var […]

Í dag hevur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya (MÁF) skrivað undir leigusáttmála um hølir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2. Felagið hevur verið í húsinum síðan í nítiárunum í samstarvi við Havnar Sjónleikarafelag. Nú er virksemið í húsinum endurskipað og kemur umframt MÁF eisini Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið at húsast í húsinum. Harumframt kemur Tórshavnar býarsavn at […]